P/F SANDSHIP er ein familjufyritøka, ið var stovnað í 1949 av Gordon Midjord, sum var abbi núverðandi nevndarformannin Gordon Martin Midjord. Tá æt fyritøkan P/F Sandgrevstur. Sostatt er tað 3. ættarlið sum leiðir fyritøkuna í dag.
Í millum hesar báðar fyrrnevndu, var tað Petur Midjord – vanliga nevndur Rikku Petur – sum saman við konu síni Ásu (f. Simonsen) stjórnaði fyritøkuni, inntil fyrst í 2000 tá ið sonurin Gordon Martin Midjord tók yvir fyritøkuna.
Tá fyritøkan byrjaði, var høvuðsvirksemið at pumpa sand og grús, sum varð selt til virkir og einstaklingar. Ein týðandi partur av virkseminum var at gerða útdýpingar av havnaløgum, nýgerð av kajum, o.l.
Sum tíðin leið mentist felagið og virksemið øktist. Virksemið fevnir í høvuðsheitum um skiparakstur, logistikk og útdýping.
SANDSHIP hevur eisini fingist við fiskiskap. Gjøgnum árini hevur felagið einsamalt átt og rikið 3 fiskiskip og verið partaeigari í einum fjórða.
SANDSHIP eigur og rekur í løtuni 6 farmaskip, men felagið innleigar eisini onnur skip til sítt virksemi. Seinastu árini er størri dentur lagdur á, at fara út um landoddarnar at arbeiða og sum støðan er í dag, eru øll skipini í vinnu uttanlanda.
Navnabroytingin frá Sandgrevstur til SANDSHIP kom í 2019, tá felagið fylti 70 ár. Búmerkið bleiv samstundis skift.